Flakin

Lag: Den første løvetand

Ríman er ognað abbasoninum Róki

Ein lítil drongur einferð í døpurhuga stóð,

hann visti ikki út ei inn, tí knappliga var flóð.

Av einslistum hann hevði smíðað flakan sera væl,

men flóðin hevði tikið flakan uttan orð og tal.

 

Frá abbanum hann hevði fingið hamara og sag,

og seym so nógvan, sum hann aldri áður hevði sæð.

Og flakin var so vakur, sum ein flaki vera kann.

Og abbin hevði sjálvur sagt: »Eg veit, tú roynast man«.

 

Á flakanum hann hevði siglt, frá eygað opið var,

og abbin hevði sjálvur sagt, tú eigur sjógott far.

Legg út frá landi, vinur mín, men minst tó altíð til,

at skalt tú gerast sjómaður, so nýt tú vit og skil.

 

Men nú var flakin horvin, hetta dyggur smeitur var,

hann hevði mist tað besta, ið hann kundi hugsað sær.

Men abbin segði: »Vinur mín, um flakan ikki grát,

tá ið tú verður størri, vinur, byggir tú ein bát«.

 

Hann uggaðist við hesi orð, hann visti abbin var

í orðum dyggur, tá alt annað kanska ikki bar.

Nú longdist honum út á havið - síggja fremmand lond -

tí takkaði hann abbanum og rætti honum hond.