Flakavirkið í Vík skift eigara

Flakavirkið í Hakdarsvík hevur skift eigara. Nýggi eigarin er felag, sum føroyingar og útlendingar eiga saman

Haldaravík:Flakavirkið í Vík hevur fingið nýggjan eigara. Gamli eigarin váttar, at nýggjur eigari hevur tikið við 1. august, men enn hevur eingin verið eftir lyklunum, sigur Anfinn við Hálsagarð, sum átti virkið í Vík.

Tíðindablaðið Sosialurin hevur frá øðrum keldum frætt, at millum nýggju eigararnar er stjórin í felagnum Vaðhorn á Strondum, Hjørleif Dahl.

Hjørleif Dahl hevur selt part sín í Vaðhorni til Føroya Fiskasølu. Samstundis hevur hann saman við øðrum stovnað nýtt felag, sum hevur keypt virkið í Vík. Í tí felagnum skulu eisini italiumenn vera við, vita keldur okkara at siga.

Vaðhorn, sum arbeiðir saltfisk, hevur millum annað selt til Italia, og tað skal vera okkurt av hesum handilssambondunum, sum er við i nýggja felagnum í Vík, frættir Sosialurin.

Sjálvur vil stjórin í Vaðhorni, Hjørleif Dahl, ikki siga nakað sum helst. Líka mikið, hvat hann verður spurdur, er svarið: »Onga viðmerking«.

Anfinn við Hálsagarð, sum nú hevur selt flakavirkið í Vík, sigur, at har hava tey arbeitt saltfisk og skorið flak, sum er farið feskt avstað. Tey hava bara arbeitt í tí syðra húsinum. Tí eldra bygninginum. Tað hava arbeitt upp móti 20 fólkum á virkinum, sigur hann.

Men sum hann skilir, sigur Anfinn við Hálsagarð, er ætlanin hjá nýggju eigarunum at gera væl meira burturúr. Teir skulu eisini brúka norðara bygningin, sigur hann seg hava skilt.

Keldur, Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað hevur verið nevnt, at eini 40 fólk fara at slepa til arbeiðis í Vík, tá nýggja virkið fer í gongd.

Anfinn við Hálsagarð, seljari, er ikki áhugaður í at siga nakað um prísin á virkinum, nú tað varð selt.