Flakavirkið í Sørvági liggur stilt

Einki arbeiði hevur verið á flakavirkinum í Sørvági seinastu vikurnar, meðan arbeitt verður við at fáa frystiorku inn á virkið. Eisini verður arbeitt við at umleggja fíggingina

 

Fíggjarvánir


Gólvið á flakavirkinum í Sørvági hevur verið turt seinastu tríggjar-fýra vikurnar. Orsøkin til, at virkið hevur verið stongt, er, at arbeitt verður við at útbyggja frystiorkuna, samstundis sum arbeitt verður við umfígging av felagnum, sum rekur virkið.

Poul Arni Jacobsen, stjóri á Flakavirkium í Sørvági, sigur, at manglandi frystiorkan á virkinum ger tað trupult at arbeiða.

Flakavirkið heldur til í leigaðum hølum á havnarlagnum í Sørvági. Inni á virkinum eru skerilinjur og frystigoymsla. Men útgerð til sjálva frystingina av lidnu vøruni manglar. So sum plátufrystarar, bandfrystarar, skáp ella hvat tað nú kann vera, sum avgjørt verður at seta upp.

Tað ger, sigur Poul Arni Jacobsen, at ikki ber til at arbeiða eitt nú upsa og hýsu, sum fyri tað mesta verða seld fryst. Og saltfiski, sum annars hevur verið høvuðsframleiðslan í heyst, er ikki marknaður fyri beint nú. Jólasølan er liðug, og tann næsta stóra sølan verður ikki aftur fyrr enn til páskar.

Flakavirkið í Sørvági hevur arbeitt nakað av kongafiski, sum mest er keyptur frá trolarunum úr Vágum. Kongafiskurin hevur verið skorin til flak, sum selt er feskt av landinum. Eitt sindur av útróðrarfiski hevur eisini verið at fingið frá útróðrarbátunum í Sørvági, men teir selja eisini um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum, og har eru prísirnir høgir.

So høgir, at tað gongur illa hjá flakavirkinum í Sørvági at vera við í kappingini um tann fiskin, skilst.

Fíggjarstøðan er heldur ikki soleiðis, at til ber bara at keypa tosk at salta og leggja á goymslu, sigur Rói Egholm, nevndarformaður í felagnum, sum stendur aftan fyri flakavirkið.

Hann sigur, at meira var at gera við virkið, enn væntað varð, og at tað gjørdist dýrari enn roknað varð við at seta virkið í stand, tá byrjað varð.

Arbeitt verður nú við umfígging, soleiðis at lættari verður at reka virkið, sigur Rói Egholm. Fígging var til at keypa útgerð og seta virkið í stand fyri. Men tað varð, sum sagt, dýrari enn væntað. Sum er verður koyrt upp á kassakredit, og tað ber ikki til í longdini.

Tað er ikki soleiðis, sigur hann, at eginpeningurin er brúktur, og ikki er neyðugt við meira partapeningi heldur.

Men hann viðgongur, at raksturin hevur ikki gingið nóg væl, síðan byrjað varð. Kortini kemur ikki upp á tal at steingja virkið, sigur hann. Steðgurin, sum nú er, er bara fyribils, til ætlaða útbyggingin er komin upp á pláss.

Poul Arni Jacobsen, stjóri á flakavirkinum í Sørvági, sigur, at nú eru jólini og nýggjárið fyri, so har verður einki gjørt nú beinanveg. Men arbeitt veðrur alla tíðina við at finna útgerð, og einaferð inn í januar vónar hann at hava funnið eina loysn, soleiðis at frystarí verður sett upp á virkinum, og tey sleppa aftur til arbeiðis.

Tað er partafelagið Vesturvón, sum eigur bygningin, flakavirkið heldur til í. Og sum skilst á stjóranum á flakavirkinum, eru ætlanir um at leiga størri part av bygninginum, enn tað, virkið heldur til í í dag. Men enn er einki avgjørt tí víðvíkjandi. Teir bíða eftir svari frá Vesturvón.