Flakavirkið í Sørvági klárt um ein mánað

Virkisleiðari er settur á Flakavirkinum í Sørvági og gongst alt eftir ætlan, verður virkið klárt at taka móti fiski um ein mánað. Ætlanin er í fyrsta umfari at skera flak og salta fisk

ÓLAVUR Í BEITI


Nú sær út til at farið verður skjótt undir aftur at virka fisk í Sørvági. Virkisleiðari, Sjúrður Jacobsen, er nú settur, og er hann longu farin undir at gera klárt til at taka móti tí fyrstu lastini av fiski. Sjúrður Jacobsen metir, at um alt gongst eftir vild, verður farið til arbeiðis um ein mánað.

Ætlanin hjá nýggja virkisleiðaranum er at virka feskan fisk og at salta fisk, men Sjúrður Jacobsen hugsar eisini um skjótt at fara undir okkurt annað sum góðir møguleikar eru fyri í Sørvági. Og um sjálvan bygningin, sum Pf. Vesturvón eigur og hevur sett í stand til endamálið, sigur Sjúrður Jacobsen, at hetta verður eitt nossligt virkið og umstøðurnar eru góðar at arbeiða undir.


Sum mest burturúr

Spurdur, hvussu nógv mett verður, at virkið skal taka ímóti árliga, sigur Sjúrður Jacobsen, at ætlanin er at fáa sum mest burtur úr tí sum kemur upp á land. Tað er ikki altíð nøgdin, sum gevur besta úrslitið, leggur Sjúrður afturat.

Virkisleiðarin fær ikki sagt nú, hvussu nógv fólk koma at fáa arbeiði á flakavirkinum í Sørvági, tá ið tað fer at taka móti fiski, tí hann vil ikki seta nakað tal á enn. Men hann ivast ikki í, at gott grundarlag er fyri einum flakavirki í Sørvági.

Umframt trolararnar »Vesturskin« og »Vesturvarða« sum eru heimahoyrandi í Sørvági, hevur Pf. Vesturvón yvirtikið teir báðar trolararnar »Varðborg« og »Akraborg«.