Flakatrolarar rokfiskiskap í gráu leiðini

Seinastu dagarnar hava Enniberg og hinir flakatrolararnir, sum enn royna í gráu leiðini, havt rættiligan rokfiskiskap. Fiskiskapurin er so góður, at Enniberg lá stillur, og manningin arbeiddi undan, tá vit høvdu reiðaran í telefonini í morgun. Soleiðis, sum gongdin er í løtuni, fáa teir eini 25 tons av flaki lastina um samdøgnið

Fiskivinna

 

Tá flakatrolararnir herfyri noyddust at rýma úr norskum sjógvi, tí norðmenn settu seg upp á afturbeinini, tá teir í fyrstu syfti ikki kundu fáa meginpartin av eykakvotuni av makreli, lógu skipini í góðum fiskiskapi.

Úr norskum sjógvi fóru flakatrolararnir í gráu leiðina, har fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Í byrjanini vóru skipini heppin og fingu skipini væl, men síðan fingu tey minni.

Beint áðrenn samráðingarnar millum Føroyar og Noreg um nýggjan fiskirættindasáttmála komu upp á pláss fyrr í hesi vikuni, brendu skipini í rættiligan rokfiskiskap í gráu leiðini.

 

Rættilig rokveiða

- Tað hevur verið rættilig rokveiða seinastu dagarnar, og fiskurin hevur verið sera góður. So nógv hevur verið at fingið, at maskinur og manning ikki hava megnað at arbeitt allan fiskin undan, sum teir hava kunnað fingið. Tí hava teir ligið stillir ein part av tíðini, meðan veiðan er fingin til høldar.

Tað sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi, sum hevði skiparan, Sonna Johannesen, í telefonini í morgun.

- Seinastu dagarnar hevur manningin á Ennibergi fingið eini 25 tons av flaki í lastina um samdøgnið.

Reiðarin vísir á, at nógv meira fiskur hevur verið at fingið enn tað, sum letur seg gera at arbeiða undan, men tá skipini liggja still, brúka tey samstundis minni olju.

Mortan sigur, at hóast fram úr góða fiskiskapin í gráu leiðini seinastu dagarnar, er ætlanin hjá skiparanum at seta kós í norskan sjógv sunnudagin.

- Tað er sjálvandi keðiligt at rýma úr góðum fiskiskapi, men vit eiga eisini hýsu og upsa í norskum sjógvi, sum skal fiskast nú, áðrenn fiskurin gýtir. Tað er sjálvandi umráðandi, at vit veiða tær kvotur, vit eiga.

Reiðarin heldur, at Enniberg, sum byrjaði túr ein av seinastu døgunum í desember, nú hevur eini 430 tons av flaki.

- Tað er bara eitt sindur óhugaligt at tosa um, at nógvur fiskur er at fáa – og at tað gongur væl, tí tað vísir seg, at tað altíð er onkur, sum fær ilt av hesum, leggur hann aftrat.

 

Misjøvn ár

Mortan Johannesen sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at flakatrolararnir hava rent seg í nógvan fisk í gráu leiðini hesa tíðina av árinum.

- Tað eru ár, har nógvur fiskur hevur verið at fingið í gráu leiðini um hesa tíðina, men tað eru eisini ár, har tað hevur verið kolsvart við fiski.

Reiðarin heldur, at fiskurin, sum flakatrolararnir í seinastuni hava fingið, er fiskur, sum er á veg eystureftir í norskan sjógv at gýta.

- Fiskiskapurin í gráu leiðini kann saktans roynast nakað væl út í februar, men tá ið líður longur út, kann veiðan minka burtur í einki.

Hann fer nøkur ár aftur í tíðina og um tað mundið, tá herviligu ódnirnar herjaðu seinast í áttatiárunum.

- Árini undan hesum fekst lítil fiskur, men tað vísti seg, at ódnirnar fluttu vatnnøgdina og kuldamarkið eysturyvir, soleiðis at fiskurin um hesar leiðir kom aftur.

 

Ábendingar vóru

Mortan vísir á, at nøkur ár herfyri fekst lítil og eingin fiskur um hesar leiðir og í russiskum sjógvi, men seinnu árini hava ábendingar verið um, at fiskurin fór at koma aftur.

- Nú tørnaði fiskurin so ordiliga til aftur, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um, leggur hann aftrat.

Mortan Johannesen veit at siga, at enn royna teir tríggir av fýra flakatrolarunum í gráu leiðini, meðan Skálaberg er farin í norskan sjógv.

- Teir, sum enn ikki hava sett kós í norskan sjógv, eru umframt Enniberg, Sundaberg og Vesturvón, sigur reiðarin.