Flagtekjur hugtóku Clinton

Um ein nýggju vinna kann taka seg upp í Føroyum, er helst ivasamt, men í øllum førum var Bill Clinton hugtikin av teimum føroysku flagtekjunum, sum hann heldur eru við til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum

Orkusparing

 

Útflutningur av flagtekjum. Hetta ljóðar sum ein vánalig skrøna, men føroysku flagtekjurnar hava hugtikið sjálvan Bill Clinton so mikið nógv, at hann ikki ivast í, at hesar kunnu brúkast til at fyribyrja útlát av vakstrarhúsgassum.

Bæði uppi við Hotel Føroyar og í Norðurlandahúsinum í gjár hevði hann føroysku húsatekjunar á munni. Sjálvt um tær kanska ikki tilsamans eru so nógvar í tali, so mótvirka tær útláti, umframt at vera orkusparandi, tí tær bæði virka móti kulda og ov nógvum hita.

Bill Clinton heldur, at føroyska fyribrigdið, sum tó eisini finst aðrastaðni, í størri mun skuldi verið brúkt í strembanini at mótarbeiða veðurlagsbroytinga.

- Tá eg koyrdi úr lufthavnini og sá tykkara vøkur oyggjar, legði eg til merkis seyðirnar, sum eg minnist frá barndóminum, men sum her hjá tykkum eru fleirlittir. Eg legði eisini til merkis flagtekjurnar, og hugsaði um, at tit eru langt frammanfyri okkum amerikanarar á hesum økinum. Hugsa sær til hvussu stóra nyttu ein býur sum New York, sum vit sjálvi nú búgva í eftir forsetatíðina, kundi fingið burtur úr hesum, segði Bill Clinton.

Umframt at vera skaðiligt á umhvørvið, so hækkar prísurin á brennievni alsamt. Útlit eru fyri, at tunnuprísurin, ið liggur um 80 dollarar í løtuni, fer upp upp 100 dollarar, áðrenn long tíð er fráliðin, segði Bill Clinton á pallinum í Norðulandahúsinum.

Fyrrverandi amerikanski forsetin segði vera til reiðar at vera eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar og mæla fólki til at vitja hendanvegin.

Líka sum Hans Blix heldur Bill Clinton, at veðurlagsbroytingar er ein tann størsta hóttanin móti heiminum. Hann nevndi eisini stóra vøksturin í fólkatalinum, sum eina stóra hóttan, um ikki meiri verður gjørt fyri at betra um livikor og mórarbeiða fátækradømi.

Útrokningar vísa, at um eini 40 ár fer fólktalið at vaksa úr 6,5 mia. upp í 9 mia., og tað eru valla nóg nógvir resursir til øll hesi fólkini.

Sum dømi nevndi hann tilfeingið í sjónum, ið partvís er hótt av ovurfisking, men eisini orsakað av broytingum í veðurlagnum, ið ger, at nógv plankton verður útruddað.

Ein partur av fyrilestrinum hjá Bill Clinton kann hoyrast og síggjast á www.portal.fo