Flagtekja loysnaði og tey sluppu ikki út

Í Havn loysnaði nakað av krympiplastinum á einum bygningi, sum í løtuni verður dagførdur, men hetta hevði lítið uppá seg.

Myndin er tilvildarlig.

Tað var nakað av vindi í gjár og í nátt, og løgreglan fekk fráboðanir um tvær hendingar, sum eftir øllum at døma ikki høvdu nógv uppá seg.

 

Men, á Tvøroyri hendi so nakað, sum kanska var eitt lítið sindur serstakt.

 

- Vit fingu eina fráboðan av Tvøroyri í nátt um, at flagið á einum sethúsum var loysnað so mikið, at tað hekk oman yvir úthurðina og okkurt vindeyga.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fráboðanin snúði seg um, at tey í húsinum sluppu ikki út.

 

- Tilbúgvingin á Tvøroyri fór á staðið og tók sær av uppgávuni. 

 

Í Havn loysnaði nakað av krympiplastinum av einum bygningi, sum í løtuni verður dagførdur. 

 

- Men, hetta hevði lítið uppá seg, og her hendi ikki meira, sigur vaktleiðarin, sum leggur aftrat, at talan er um bygningin, sum fútin býr í.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.