Flagið loyst fyri barnadepli

Annika Olsen og sandoyingar fegnaðust, tá flagi varð loyst til nýggja Virknis- og umlættingardepilin á Sandi

 

Tað var hátíðardámur á Sandi í gjár, tá ítøkiligu tekinini um ein nýggjan virknis- og umhvørvisdepilin gjørdust veruleiki. Hetta hendi, tá fyrsta flagið varð loyst.

 

Økið við komandi Virknis- og Umlættingardeplinum er 2.928 fermetrar til støddar, og sjálvur bygningurin verður 481 fermetrar. Pláss verður fyri átta umlættingarplássum, eins og deplilin skal hýsa heimabúgvandi børnum úr nærumhvørvinum eftir skúlatíð.

 

Bygningurin er soleiðis háttaður, at møguleiki verður fyri at broyta innrætting og virksemi, um tørvur einaferð skuldi verið á hesum.

 

Áðrenn landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, fekk handað spakan, segði Barbara Mikkelsen, leiðari á Byggideildini á Landsverk, nøkur orð um verkætlanina. 

 

Hon upplýsti, at bygginevndin við støði í arbeiðssetninginum var komin til ta niðurstøðu, at verkætlanin skuldi fevna um ein virknis- og umlættingardepil fyri børn og ung í Føroyum við serligum avbjóðingum, umframt átta umlættingarpláss.

 

Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, segði seg frøast um, at Sandoyggin nú eisini fer at kunna bjóða eitt virknis- og umlættingartilboð fram í oynni og Føroyum annars.

 

Kostnaðarætlanin er umleið 14,2 krónur, og nýggi depilin á Sandi skal eftir ætlan takast í nýtslu á heysti í 2016.