Nógva staðni kring landið savnaðust fólk til flaggdagshald mikudagin. Røður vórðu hildnar, sangir sungnir og tónleikur spældur.
Í Vágum helt løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen, sum er ættað úr Sørvági, røðuna hesaferð. Hon segði millum annað hetta um Merkið:
- Mín vón er, at vit øll somul lata okkum kveikja av Merkinum til at standa saman og verja tey virðir og rættindi, sum okkara samfelag byggir á, segði Eyðgunn Samuelsen í røðuni í Vágum.
Í Hvalvík helt landsstýriskvinnan Annika Olsen røðuna, og hon tosaðu um flaggið og ítróttarfólk:
- Stríðið fyri Merkinum er ikki av. Her heima kunnu okkara ítróttarfólk bera Merkið og skótar kring landið bera Merkið til slíkar hátíðarløtur sum hesar. Men úti í heimi mugu okkara fremstu ítróttarfólk bera tjóðarmerkið hjá aðrari tjóð. Hetta sker ein í hjartað, og vit mugu halda áfram at stríðast fyri rættindinum hjá okkara Merki.
Hvørjum flagga vit fyri?
Karin Kjølbro hevði leitað aftur til Klaksvíkar at halda flaggdagsrøðu, og hon segði millum annað:
- Flaggsøga okkara er spennandi lestur, og vísir, at tey, ið støðugt og áhaldandi stríðast fyri eini søk, sigra umsíðir. Eisini er áhugavert, at tað ikki vóru teir fólkavaldu, ið gingu á odda. Í flaggstríðnum er mangt, ið bendir á, at fólkið var minst bátslongd frammanfyri politikkararnar, segði hon.
Í Havn helt rithøvundin Carl Johan Jensen røðu, sum hann segði ikki var flaggdagsrøðu, og hann segði millum annað soleiðis:
- Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá politikkararnir hóra saman av fáfongdini einsamallari í sínum endaleysa klandri um, hvør ið eigur heiðurin av tí, sum eingin teirra hevur avrikað.