Tað verður neyðugt at styrkja Føroya Symfoniorkestur, sum er okkara landslið í tónleiki. Tað heldur Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta tiltøk í verk, sum skulu geva symfoniorkestrunum betri umstøður og samstundis geva evnaríkum, føroyskum tónleikarum eitt møguleika at virka her heima.
Hon sigur, at endamálið kann røkkast við at játta tvær milliónir krónur afturat um árið.
Hon heldur at hetta kann gerast við, at ein partur av arbeiðnum hjá lærarunum á musikkskúlanum skal vera at venja og spæla eitt ávíst tímatal við symfoniorkestrinum.
Játtanirnar til Musikkskúlan og Symfoniorkestrið eru alsamt lækkað nú í nógv ár og avleiðingin er, at nú koyra hesi bæði tónlistarligu flaggskipini hjá føroyingum upp á pumpurnar.
- Arbeiðið hjá Musikkskúlanum og Symfoniorkestrinum ríka hvørt heim í landinum. Allir føroyingar síggja, hvussu stór virðir tey skapa bæði høg, sum lág og musikalsk sum tónadeyv.
- Harafturat hava fleiri og fleiri fólkaskúlar fingið eyguni upp fyri týdninginum av tónleiki sum natúrligan part av undirvísingini, og tí fer tørvurin á musikkskúlalærarum uttan iva at vaksa komandi árini.
Einir 20 føroyingar lesa tónleik uttanlands, og aðrir 20 næmingar ganga á musikk-miðnámi á Musikkskúlanum.
- Sum nú er, framleiða vit eina 1. floks útflutningsvøru, sum onnur lond fáa gleði av.
Tingkvinnan staðfestir, at Symfoniorkestrið hevur fingið alsamt størri týdning og tað spælir tónleik fyri hvørt oyra og til allar aldursbólkar.
- Orkestrið bíleggur nýggj verk og er sostatt við til at gera íløgur at og ríka um føroyska tónleikamentan.
Gunvøl Balle heldur tí, at tað er sera umráðandi at fáa Symfoniorkestrið upp á eitt hægri stig við fleiri konsertum og eini skipaðari tilgongd av pengum.
Hon heldur, at hetta er einasti vegur at fáa gagn burtur úr musikkskúlunum, tí annars eru teir við til at fóðra stórbýirnar við evnaríkum tónleikarum.
|










