Magnus Gunnarsson
Verkfrøðingarnir hjá Opel hava bøtt koyrieginleikarnar á hesum vælkoyrandi bakhjólstrekta bilinum. Lyklaorðið hjá teimum var, at bilurin skuldi vera ljóðleysur, og dygdin á høgum støði.
Omega hevur fingið ein nýggjan bremsuforsterkara, Quick Power, sum gevur munandu betri bremsukraft. Síðuspeglini hava fingið nýtt design, sum ger, at lítið hoyrist til vind, tá ferðin er nógv. Innan manglar einki, t.d. er fjarstýring í rættinum til radio og aðra kommunikatiónsútgerð.
Omega 2000 fæst sum sedan við fýra hurðum og sum stationvognur við fimm hurðum, eins og fimm bensin- og dieselmotorar eru at velja ímillum.
Bilurin fæst í fýra útgávum: standard útgávan er Comfort, síðan koma Elegance og Sport, meðan tann fínasti er Executive.
Kelda: Nyt fra Opel











