Flagglitirnir ásetast neyvari

Uppskot er nú lagt fram um, at litirnir í føroyska flagginum fáa altjóða nummar

Ja, tað er ikki gott at siga, hvat fagurreytt og azurblátt er, sum eru tveir av litunum í føroyska flagginum, men eingin ivi er um hvíta litin.

Men nú skal greiða fáast á hesum litum, tí Edmund Joensen, løgmaður, hevur lagt uppskot fyri tingið júst viðvíkjandi tí fagurreyða og tí azurbláa litinum.


Í iva

Í viðmerkingini til uppskotið, sigur løgmaður, at flaggframleiðarar, prentsmiður og málarar og onnur við skili fyri hesum, og sum nýta litirnar í arbeiði sínum, eru á einum máli um, at illa ber til nágreiniliga at siga, hvussu litirnir fagurreyður og azurbláur sær út.

? Men hetta letur seg gera, um ásett verður, hvørji altjóða numrini á litunum eru, sigur løgmaður.


PMS

Og uppskotsstillarin hevur eisini funnið fram til litirnar. Fagurreytt er PMS 186 og azurblátt er PMS 3005.

Og í løgtingslógini frá 1959 kemur tískil at standa ístaðin fyri orðini fagurreytt og azurblátt ávikavist PMS 186 og PMS 3005.