Leygarkvøldið kom hetlendska sluppin Swan á Havnina. 14 mans eru við á ferðini, flestir teirra úr Hetlandi, men eisini er onkur úr Orknoyggum og úr Skotlandi. Skipari er Magnus Sinclar frá Scalloway, kendur av nógvum føroyingum undir navninum Magni.
Sluppin hevði eitt nýtt hetlendskt flagg - blátt við hvítum krossi. Leygarnáttina komu ótangar umborð, meðan manningin svav, og stjólu flaggið. Í staðin hava teir nú eitt gamalt slitið flagg.
Í gjár var manningin á vitjan í Norðoyggjum og vitjaðu m.a. forkunnugu framsýningina í Eik Banka av modelskipun/bátum, sum Hans Jacob Fuglø hevur smíðað. Hetta vakti stóran áhuga, serliga tá hugsað verður um, at fleiri av hesum sluppum komu úr Skotlandi og Hetlandi.
Tá hugsað verður um vánaliga ferðasambandi við okkara nærmastu grannar, er hugaligt at fáa slíka forkunnugu vitjan. Um viðrar verður farið av stað aftur úr Føroyum mitt í vikuni. Ætlanin er eisini vitja aðrastaðni í Føroyum.
Túrurin hendan vegin var heldur baldrutur, so vit vóna betur veður heim aftur, sigur skiparin Magni Sinclar. Hann er harmur um hendingina við flagginum og vónar at fáa tað aftur, áðrenn teir fara av Havnini aftur tíðliga í morgin.









