Flaggið – sendistovur og fullveldið

Johan Dahl, løgtingsmaður

Nú hava loysingarmenn ge­berdað sær í fjøl­miðlu­num í vikur um flaggið á sendistovuni í Reykjavík - ja onkur tosar enntá um nýval orsakað av sama.
Somu menn sum uttan himpr í undanfarnu sam­gongu vóru við til at stovn­seta føroysku sendistov­ur­nar í Brússel og London – við veðraskjøldrinum á húsa­vegginum á donsku sendistovuni undir liðini á danska ríkisskjøldrinum og við merkinum flaggandi undir liðini á danska og grønlendska flagginum.
Hetta var sjálvandi gjørt á hendan hátt, tí man sá tað skilagóða í hesum og tí at hesar eru tær avtalaðu spælireglurnar millum lond­ini.
Tann ekspertisan sum er á donsku sendistovuni og sum vit her kunnu gera brúk av og trekkja uppá er ikki til at undirmeta, - sum sendimenn okkara eis­ini hava lagt áherðslu á, tá vit hava vitja hesar.
At allir flokkar á tingið, inklusiv Tjóð­veldis­flokk­ur­in, hava viljað somu loysn fyri sendistovu í Reykja­vík, sum vit hava í London og Brússel, er slig­ið fast.
Millum annað søgdu um­boð Tjóðveldisfloksins (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) í sam­bandi við fíggjarlógar minnilutauppskotið, at hesir, saman við Kára P. Højgaard, tóku undir við, at peningur verður játtaður til eina sendistovu í Reykja­vík, sum skal hava somu tign sum sendistovurnar í Brússel og London.
Bæði politikarar og fjøl­miðlar brúka misvísandi orð, tá teir tosað um sendi­stovur/ ambassadur og diplomatiskan status. Um ætlanin er at hava “eina før­oyska “sendistovu” við føroyskum flaggi einans at veittra í Reykjavík”, so tosa vit um umboðsstovu Føroya – ikki sendistovu við dipomatstatus. Eina sendistovu sum teirri vit høvdu í Aberdeen í mong harrans ár, væl umboðaðir av Sofusi Poulsen.
Hesa mettu vit ikki verða nóg “fína” longur og fluttu úr egnum hølum í Aberdeen inn á donsku sendistovuna í London – fyri at fáa diplomatstatus undir fullveldislandsstýri­num.
Har bleiv so at byrja vit bert flaggað við donskum flaggið – uttan stórvegis mót­mælir frá fullveldis­monnum.
Í dag veittrar merkið har lið um lið við dannebrog og veðraspjaldrið er á vegginum saman við danska ríkisspjaldrinum . Samstarvið á sendistovuni er fyrimyndarligt sambært føroyska og danska sendi­harranum.
Vit eru í ríkisfelags­skap­ið og hava undir hesi væl­virkandi skipan avtalu við danska uttanríkisráðið um hvussu vit “spjaldra og flaggað” sum føroyska tjóð­in umboða á donsku sendi­stovunum kring heim­in. Hetta er púra greitt stað­fest mannagongd í av­talu okkara.
So leingi sum Føroya fólk velur at verða undir hes­um vælvirkandi felags­skapi saman við Danmark og Grønlandi, so má loys­ingarvongurin, antin hann vil tað ella ikki, “dáma lukt­in í bakarínum”.
Teir kundu, sum øll vita, havt tikið kjansin í 2001 og tikið fólkaatkvøðuna um fullveldið ella ríkis­felagsskap , - MEN teir tordu ikki at gjøgnumføra hesa, tá tað kom til skarp­skeringar í 2001.
At sláa uppá stóru­trummmu uttan ábyrgd, er og verður teirra spjaldra­merki. Tað haldi eg at flestu føroyingar hava sæð í eyguni.