Flaggdagur við ælaveðri

Soleiðis verður veðrið í dag

Danska veðurstovan DMI sigur frá hampuligum veðri í dag.

Dagurin byrjar við lítlum vindi, undir 5 m/s, av ymsum ættum. Tað fer at regna, men sum frálíður skiftandi skýloft og ælaveður. 

Í kvøld fer vindurin í norðan og landnyðringi og veksur upp í 5-10 m/s.

Hitin í dag verður millum 3 og 8 hitastig, men í nátt niður móti frostmarkinum.