Flaggdagsskrúðgonga í Havn 25. apríl í 1950. Filmað í Vágsbotni og í Niels Finsensgøtu.
Litfilmsupptøkur hjá Alfred "Alf" Cordiner (1906-1996) og James Cordiner (1877-1962), feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum.
Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen (1929-2016) og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.
##med2##