Skipað verður fyri flaggdagsrenning í Vági flaggdagin. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri flaggdagsrenning í Vági. Tað er Ítróttarfelagið “Hvistan”, ið skipar fyri tiltakinum. Byrjað verður við Framtíðina kl. 13.30, har luttakararnir eisini møta. Runnið verður oman á niðaraveg, vestur í Bø og rundan um vatnið, niðan við hjá Eyðfinn Mørk og niðan á Foss, út í Toftar og oman ígjøgnum Toftabrekku, út á vendiplássið á Gartnaroyri og síðan eftir niðaraveg vestur aftur til Framtíðina. Strekkið er uml. 5 km. Børnini renna bert hálvan teinin.
Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – ung og eldri, skjót og minni skjót – eru vælkomin. Fólk vælkomin at ganga allan teinin.
Tá komið er á mál, fáa allir luttakararnir frukt, sunkist og kaffi, og heiðursmerki verða latin teimum trimum fremstu rennarunum í hvørjum bólki.