Tað er stórur spenningur til flaggdagsrenningina í Havn í dag. Tó sær tað meira spennandi út hjá kvinnum enn hjá monnum. Hjá monnum hevur ungi Morskranesdrongurin Marnar Djurhuus nevniliga onga rennikapping tapt á vegi síðan hann fór at renna kapp við teir vaksnu mennirnar.
Marnar er tilmeldaður, og má tískil roknast sum greiður favorittur hjá monnum. Hjá kvinnum er alt meira opið, har er tó ein favorittur í ungu Rebekku Fulgø, sum eisini er oyggjaleikarennari. Rebekka kann tó vænta sær kapping frá eitt nú Rigmor N. Arge og Durutu R. á Loftið, so har verður allarhelst talan um spurtuppgerðir. Bragdið sum er fyriskipari, letur væl at tilmeldingini til flaggdagsrenningina, tað eru áleið 350 tilmeldaði, og tað koma gjarna nøkur í síðstu løtu og melda til, so roknað verður við upp móti 400 luttakarum á startmálinum við gamla apotek kl.16:00 í dag.
Ikki heintað startnummur kunna heintast í hølunum við síðurnar av Hotel Hafnia millum kl.14:00 15:30. Eisini kunna startnummur til STUTTLEIKARENNINGINA keypast í sama tíðarskeiði.










