Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992. Hesaferð vóru nógv akfør við í tiltakinum, bæði motorsúkklur og bilar.
Ellisakførini koyrdu frá felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í raðkoyring gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har tey vóru sýnd fram, meðan flaggdagshaldið var á Vaglinum. Tá flaggdagshaldið var liðugt, bleiv koyrt til Effo-støðina í Gundadali, har ellisakførini eisini vórðu sýnd fram.