Sunnudagin 25. apríl kl. 15 fara skótaliðið Royndin í Vági at hava flaggdagshald við Minnisvarðan.
Skótar og úlvar skulu møta í skótahúsinum kl 14.30. Og ganga skrúgongu oman til Minnisvarðan kl 14.45.
Magnus Mørk Hjelm, býráðslimur, heldur røðu.
Ljómur luttekur við sangi og felagssangi.
Og aftaná bjóðar skótaliðið ein drekkamunn í Miðlatúni.
Skótaliðið Royndin er eitt av elstu Skótaliðum í landinum, og skipar m.a. árliga fyri flaggdagshaldi og grækarismessuhaldi í Vági.











