Flaggdagshald verður fyri fyrstu ferð nakrantíð í Skúvoy í ár. Meinhard Hentze fer at halda røðu, og felagssangur verður eisini.
Betty Hansen, lærari í Skúvoy, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at hóast hetta haldið er søguligt sum tað fyrsta av sínum slagi í Skúvoy, hevur Skúvoy í grundini eina serstøðu í føroyskari flaggsøgu.
Fyrsti báturin, sum hevði Merkið á stong yvirhøvur, var postbáturin í Skúvoy, íð, sum vera man, æt Sigmundur. Hann flaggaði við Merkinum á ólavøku 1920, greiðir Betty Hansen frá.
Tað er lítið fólk í Skúvoy, og tískil verður eingin skrúðgonga har úti, sum vanligt er aðrastaðni, sigur Betty Hansen. Skúlabørnini í bygdini eru bara trý í tali.
Men lærarin væntar, at bygdarfólkið fer at møta uttan fyri skúlan flaggdagin at lurta eftir flaggrøðuni og syngja nakrar felagssangir. Aftan á verður farið inn í skúlan, har ein drekkamunnur verður at fáa.










