Flaggdagshald í Skálavík

Tíðindaskriv

Skipað verður fyri flaggdagshaldi í Skálavík flaggdagin 25.04.2004 kl 15. Tað hevur áður ikki verið skipað fyri flaggdagshaldi í Skálavík. Stigtakarar til tiltakið eru KFUK-skótarnir í Dali, Húsavík og Skálavík, sum eftir nógv ár í dvala, hava tikið uppaftur virksemi.
Vár Berghamar Jacobsen, ið vit millum annað kenna frá sjónvarpssendingunum Likku-likkuleia førir fram flaggdagsrøðuna. Á skránni er eisini skrúðgonga úr skúlanum í Skálavík oman á Keldu, Betaniakórið úr Skopun fer at syngja og eisini verður møguleiki at keypa kakao og bollar.
Øll skulu vera hjartaliga vælkomin.
KFUK-skótarnir í Dali, Húsavík og Skálavík.