Føroyingafelagið í Århus skipar fyri flaggdagshaldi í Áarstovu í dag, flaggdagin. Nýggi formaður felagsins fer at bera fram røðu.
Í Århus fara føroyskir útisetar at hátíðarhalda flaggdagin í hølum felagsins í Vestergade 48 D.
Tað verður formaður felagsins, Jákup Olaf Johannesarson, ið fer at bera fram flaggdagsrøðu.
Umframt røðuna fer føroyska kórið í Århus at syngja nøkur føroysk løg. Afturvið røðu og kórtónleiki bjóðar føroyingafelagið kaffi, te, saft og køku. Tiltakið byrjar kl.17