Flaggdagin 25. apríl verður Merkið heiðrað kring alt Føroya land, men eisini í Danmark verður skipað fyri flaggdagshaldi. Á studentagarðinum Regensen, ið liggur beint við Rundatorn mitt í Keypmannahavn, verður aftur í ár skipað fyri flaggdagshaldi.
Tað var júst á Regensen, at Merkið veittraði fyri fyrstu ferð, eftir at føroyskir studentar har tíðliga í farnu øld fingu hugskotið at sniðgeva eitt føroyskt flagg.
Í fjør ognaði Regensen sær aftur eina útgávu av Merkinum, og í tí sambandi varð avgjørt at skipa fyri flaggdagshaldi.
Í ár heldur føroyski fólkatingslimurin Tórbjørn Jacobsen røðu á donskum, og danska kallakórið "Cantantes Animi" fer at syngja føroyskar sangir. Flaggdagshaldið á Regensen tann 25. apríl byrjar klokkan 17.