Í morgin, hósdagin, er 25. Apríl. Tað er flaggdagur og hann verður hildin ymsastaðni.
Á Sandi verður flaggdagshald á Mørkini Miklu klokkan 17 í morgin og har fer Jákup Reinert Hansen, prestur, at røða.
Í Hvalvík verður flaggdagshald klokkan 16 í skúlagarðinum, har Norðljómur spælir.
Eisini har verður tað ein prestur, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sum heldur røðu.
Á skála fara tey at skipa fyri flaggdagshaldið á økinum við bátahylin á Skála klokkan 16.
Og har fer triði presturin at halda røðu, nevniliga Henning Bøgesvang.
Sanginum standa sløkkiliðsmenninir fyri, men viðrar ikki, verður haldið í skúlanum.
Í Klaksvik verður flaggdagshald í Vágstúni klokkan 14 og har fer Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, at halda røðu.
Men viðrar ikki, verður flaggdagshaldið hildið í KFUM & K.
Men eisini føroyingar í Danmark halda flaggdagin.
Í Keypmannahavn verður flaggdagshald á søguliga staðnum, Regensen, har Merkið varð teknað á sinni.
Haldið verður klokkan 16 og tá verður fyrst ein rundferð á Regensen. Síðani fer Hans Mols at halda eina røðu, har hann tekur aftur í søguna, og síðani fer Sissal Kampmann at halda flaggrøðuna.
Í Aarhus verður flaggdagshald í universitetsparkini, men tað verður ikki sjálvan flaggdagin, men sunnudagin av tí at stóra tiltakið, Kapsejladsen er í morgin.
Røðari í Aarhus verður klaksvíkingurin Atli Jacobsen, ið lesur stjórnmálafrøði í Aalborg. Harumframt syngur føroyska kórið, Áarljóð.










