TÍÐINDASKRIV
Sum vant, verður gingið skrúðgongu frá nýggja Kommunuskúlagarði við Havnar Hornorkestri og skótum oman á Vaglið, har Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, í ár heldur flaggdagsrøðuna.
Eins og undanfarin ár, verða bæði vanliga lagið til flaggsangin og lagið, sum Gunnar Mikkelsen gjørdi til henda, at hoyra.
Skrúðgongan, við skótum og hornorkestri, fer úr kommunuskúla-garðinum klokkan 1500 og luttakararnir skulu verða í skúlagarðinum í seinasta lagi klokkan 1445.









