Flaggdagshald í góðveðri

Flaggdagshald var kring landið í dag.

 

Eitt flaggdagshald, eins og onnur hald av slíkum slag, eru ofta merkt av siðvenju og í dag var einki undantak í so máta.

 

Í Havn var haldið á Vaglinum, har Eydna Skaale flutti fram røðu. Skótarnir gingu skrúðgongu oman ígjøgnum býin og hornorkestrið spældi. Eisini var ein forvitnislig skrúgonga, tí ikki av fólki, men av ellisakførum, ið eisini koyrdu oman í gjøgnum býin.

 

Myndirnar tók Álvur Haraldsen og filmsbortið gjørdi Ísak Laksáfoss.