Í hesum døgum er stóra fiskivinnuframsýningin, European Seafood Exposition 2012, í ES høvuðsstaðnum, Brússel. Fleiri føroyskar fyritøkur og eru við, so sum Hidden Fjord, JFK og Faroe Origin. Eisini vitjaði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, føroyska básin í gjár, sum Sansir hevur staðið fyri at gjørt.
Í dag er flaggdagur, og tað hátíðarhildu nakrir av luttakarunum á European Seafood Exposition 2012 við at syngja tjóðsangin á flagdegnum uttan fyri høvuðsdyrnar og framman fyri merkið og Atomium, sum er eitt av eyðkennunum fyri býin Brússel.