Flaggdagin 25. apríl er broyting á leið 2. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.
Í sambandi við flaggdagsrenningina, fríggjadagin 25. apríl millum kl. 15.30 og 17.30, koyrir leið 2 ikki Yviri við Stond. Ístaðin koyrir leið 2 eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R.C Effersøes gøtu, Steinatúni og víðari eftir ferðaætlanini.