Sarah Mahfoud er til reiðar til stóra dystin í kvøld. Hon fer eftir heimsmeistaraheitinum og ætlar sær at blíva fyrsti dani og fyrsti føroyingur, ið vinnur IBF-heimsmeistaraheitið í boksing.
Venjari hennara, sum er Sherman Williams, hevur lagt eina mynd út á Facebook í áðni, har flaggað verður við Merkinum, nú nakrar tímar áðrenn boksidystin.
Les eisini: Tað er alt ella einki
Sarah Mahfoud hevur føroyska mammu og sýriskan pápa. Pápi hennara, Mohammed, las í Fraklandi, tá hann var ungur. Her møtti hann føroysku Vígdis, sum er mamma Sarah. Vígdis var á málskeið í Fraklandi, og tey bæði fluttu síðani til Føroya, har tey fingu eina dóttur - Sarah Mahfoud. Síðani flutti lítla familjan til Danmarkar, har hini sysktini hjá Sarah, nevniliga Allan og Heidi, vórðu fødd.
Aftaná kvøldið í kvøld, fær Sarah Mahfoud ein lítlan steðg frá boksingini. Tað treingir hon til bæði fysiskt og psykiskt. Tí fer hon mikudagin til Føroya ein túr í tvær vikur, her hon fer at slappa av hjá ommu síni. Ætlanin var, at hon skuldi til Føroya á jólum, men tað bleiv av ongum, tí hon skuldi venja so nógv.
Les eisini: Tilvildin gjørdi at Sarah bleiv boksari