Flaggaðu á skeiva degi

Av misgáum veittraði Merkið miðskeiðis í Keypmannahavn í morgun

Tað eru tvey ár síðan, at Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, álegði donskum stovnum og ráðum at flagga á føroyska tjóðardegnum. Líkt er tó til, at tað ikki eru øll, ið hava fingið við nær føroyski tjóðardagurin er.


Í morgun varnaðist Malan á Dunga, ið starvast hjá Tjóðveldi á Fólkatingi, at danska Børne- og Socialministeriet, ið heldur til yvirav Christiansborg, flaggaði við Merkinum á tveimum flaggstongum.


Tá ið Malan á Dunga ringdi til danska ráðið fyri at spyrja hvat tey flaggaðu fyri, var svarið, at talan var um eina misskiljing og at tey vóru í holt við at taka fløggini niður aftur.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað hevur gingið galið, tá danir skulu flagga á føroyska tjóðardegnum. Fyri tveimum árum síðan, ið var fyrstu ferð almennir danskir stovnar skuldu flagga við Merkinum, høvdu nakrir teirra bílagt eitt skeivt flagg. Tá úttalaði Lars Løkke Rasmussen seg um flagggøluna, ið hann kallaði fyri pínliga.