Flaggdagin klokkan 16.00 skipa KFUM og ?K skótarnir í Kollafirði í skúlagarðinum. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá Bygdarhúsinum út í skúlagarðin, har Marjun Bæk flytir fram røðu. Næmingarorkestrið Norðljómur og Kristiliga sangkórið syngur.
Tá hetta er liðugt, verða ókeypis bollar og kakao at fáa í skótahúsinum, og okkurt serligt verður til børnini. Eisini verður køkutombola og fiskirunnur í skúlanum í samband við, at skótarnir fara á landslegu í Noregi í summar. Lutaseðlarnir verða drignir klokkan 18.00.









