Runavík: Í dag skal NSÍ møta norska felagnum Lyn á Svangaskarði. Hetta er fyrri dysturin í UEFA cup ímóti norska felagnum.
Lyn skuldi koma til Føroya seinnapartin í gjár, og eitt sindur verður eisini gjørt burturúr norsku vitjanini á eystara armi á Skálafjørðinum. Millum annað hevur Býráðið gjørt av at vinda fløggini á stong, tí tað skal síggjast, at NSÍ er komið út í Evropa at spæla.
? Annars verður skipað fyri einum døgurða í morgin (hósd., blaðm), har bæði feløgini, býráðið og UEFA cup umboðið verður við, sigur Ian Højgaard, sum spælir við NSÍ og annars samskipar vitjanina hjá norska fótbóltsfelagnum.
Norsku gestirnir steðga ikki leingi, tí teir skulu við flúgvaranum aftur longu í kvøld aftaná dystin.