Russar hava sett eitt russiskt flagg á havbotnin á sjálvum Norðpólinum. Í einari roynd at vísa umheiminum, at Russland kannar sær havbotnin og undirgrundina við Norðpólin, hava tveir russiskir kavbátar sett russiska flaggið á havsins botn á sjálvum pólinum.
Russiskir fjølmiðlar hava gjørt sera nógv burtur úr tiltakinum, sum verður mett sum eitt tekin um, at Russland er í ferð við at vinna sær fótafesti á altjóða pallinum aftur.
Kanada, USA, Noreg og Danmark, sum eisini halda seg hava rætt til økið við Norðpólin, hava boðað frá, at tey taka ikki tað russiska stigið í álvara.