Flagdagshaldið misnýtt

Maria í Skorini
Tórshavn

Nú eru 65 ár liðin, síðan føroyingar fingu egið flagg, og var tað skelkandi mánadagin, sjálvan flaggdagin, at vera vitni til, at røðarin á flaggdagshaldinum í Havn vísti fram eitt nýtt flagg, sum skuldi umboða ríkið, t.v.s. Føroyar, Danmark og Grønland. Hetta er at misbrúka flaggdagin, sum altíð hevur verið brúktur til at heiðra okkara egna flagg, "Merkið". Kanska skuldi man bara reagera sum løgmaður og tikið tað sum skemt, men eg haldi, at hetta var bæði framligt, óhóskandi og óvirðiligt. Um tað nú var alneyðugt at vísa hetta "vakra flagg", so kundi tað verið gjørt við eitt annað høvi og ikki á flaggdegnum sjálvum. Tað er í veruleikanum sera smakleyst. Um Malan Marnersdóttir ikki hevði nýtt sjálvt flaggdagshaldið at sýna fram hetta flagg, hevði tað ikki vakt nakran ans yvirhøvur. Men hvussu kann eitt flagg umboða trý lond, har tvey av teimum ikki hava sjálvstýri. Fer hetta flaggið at umboða tað danska ríkið, so fer tað, sum nú er, at umboða eina óbroytta støðu, har tað verður góðtikið, at eitt land hevur ræði á hinum báðum. Hetta kann eingin taka í álvara. Tað undrar meg eisini, at hetta flagg hevur fingið sítt pláss í sjálvum Listaskálanum, tí so kann ein og hvør koma við sínum tápuligu hugskotum og brúka Listaskálan at sýna fram fyri almenninginum.