Tað eru ikki bert grikkar, sum eru á gosi eftir, at Grikkaland sunnukvøldið tryggjaði sær EM-heitið. Hjá 27 ára gamla havnarmanninum, Flóvini á Fløtum Jespersen, fall tað sanniliga eisini í góða jørð, at júst Grikkaland endaði ovast á sigurspallinum í Portugal.
Undan EM-kappingini setti Flóvin 500 krónur á undirmettu grikkarnar at vinna EM-heitið. Veddingin á Grikkaland sum EM-vinnara gav 100 ferðir pengarnar aftur, og málið hjá Angelos Charisteas í øðrum hálvleiki gav Flóvini á Fløtum Jespersen 50.000 krónur í skjáttuna.
Undirmeting
Undan EM-kappingini varð Grikkaland mett at vera millum veikastu liðini, og fá góvu grikkunum stórvegis møguleika í kappingini. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann valdi at seta pening á undirmettu grikkarnar at vinna kappingina, svarar Flóvin, at tað vóru tvær høvuðsorsøkir til tess.
-Lat tað vera sagt, at eg trúi ikki 100 % á Grikkaland, men kortini metti eg teir vera sterkari, enn styrkismetingin hjá flestu veddingarfyritøkum. Tú mást minnast, at Grikkaland endaði frammanfyri Spania í undankappingini, og at styrkismeta teir saman við liðum sum Lettlandi og Bulgaria, var ein stór undirmeting, sigur Flóvin á Fløtum Jespersen.
Hann leggur afturat, at fleiri av hansara vinfólkum stóðu spyrjandi, tá hann fortaldi, at hann hevði sett pengar á Grikkaland, tí tey hildu snøgt sagt, at hann tveitti pengarnar burtur.
-Ein onnur grund til, at eg valdi Grikkaland er, at eitt nýtt rák tykist at vera í fótbóltinum í ár. Fótbóltsárið í ár hevur verið ómetaliga løgið. Í eitt nú Champions League hava sonevndu stóru liðini verið eitt satt vónbrót, meðan smærru liðini standa seg væl. Tað tykist sum um, at tey lið, sum spæla sum ein eind, standa seg best í løtuni. Hyggur tú eisini eftir EM-kappingini, er sama rák galdandi, tí flestu sonevndu favorittarnar við sonevndu stjørnuspælarum fullu tíðliga í kappingini, greiðir Flóvin á Fløtum Jespersen frá.
Løgið
Flóvin greiðir frá, at tað hevur verið ein løgin kensla at fylgt Grikkalandi í kappingini.
-Undan fjórðingsfinaluni ímóti Fraklandi, var eg var sannførdur um, at grikkar fóru úr kappingini, men so skuldi ikki vera. Eg var ikki so bangin um dystin hjá teimum ímóti Kekkia, tí Kekkia hevði stórar trupulleikar ímóti Lettlandi, sum eins og Grikkaland spælir definisivan fótbólt.
Spurdur, hvussu hann vil lýsa dagarnar eftir hálvfinalusigurin hjá Grikkalandi ímóti Kekkia, svarar Flóvin, at tað sjálvsagt hevur verið eitt sindur øðrvísi, men hann hevur kortini ikki gjørt stórvegis hóvasták burtur úr sær sjálvum, tí hann væntaði ikki, at tað fór at eydnast grikkum at basa vertstjóðini Portugal sunnukvøldið.
Uppiborið
At enda spyrja vit Flóvin um hann heldur, at grikska EM-heitið er uppiborið.
-Ja, tað haldi eg avgjørt. Eg eri fullgreiður yvir, at teir ikki eru mest álopssinnaða liðið, men teir standa ómetaliga væl á vøllinum og spæla væl. Um Grikkaland ikki skuldi vinna, hvør átti so at vunnið ?, spyr 27 ára gamli havnarmaðurin at enda.