Í roynd og veru fekk Flóvin longu sín fyrsta IM norm (International Master norm) í Politiken Cup 1998. Men hann, og vit onnur, visti bara ikki av tí tá. Orsøkin er tann, at fyri nøkrum fáum árum síðani broytti talvsamgongan FIDE nakrar reglur viðvíkjandi normum, soleiðis at nýggju reglurnar eisini høvdu afturvirkandi kraft. Nærum sjey ára gamla úrslitið hjá Flóvini passar inn í nýggju rammurnar og telur tí við sum ein normur.
Sín næsta norm ognaði Flóvin sær í Týsklandi á sumri 2002. Flóvin er slóðbrótari á økinum og skumpaði helst eisini undir telvarar sum John Arna Nilssen og Heina Olsen, sum síðani hava vunnið sær ávíkavist tveir og ein norm.
Dianalund IM
Seks danir, tveir føroyingar, ein letti og ein úr Bangladesh mannaðu Nordea Cup, sum varð telvað í Dionulund, Sælandi. Heini Olsen og Flóvin vórðu styrkismettir sum nummar fýra og fimm. Miðalratingin hjá luttakarunum var 2333 og seks stig kravdist fyri at fáa norm.
Flóvin legði væl út við tveimum sigrum, meðan Heini hevði hálvt stig eftir fyrstu tvey umførini. Heini vann føroya-uppgerðina í triðja umfari og kom tískil fyrst tá veruliga í gongd. Eftir fimta umfar vóru føroyingarnir í toppstríðnum, men tað varð Flóvin sum helt stimanum.
Undan seinasta umfarinum hevði Flóvin einans brúk fyri javnleiki. Max Nielsen vildi ikki taka av remis-tilboði Flóvins í sjeynda leiki, men eftir fimtan leikum bjóðani danin javnt og Flóvin tók sjálvsagt av. Seks stig, IM-normur og eitt triðja pláss vóru komin í hús. Eitt rimmar úrslit.
Heini fekk eina hampiliga góða kapping við 50% skoru. Í seinasta umfari leikti Heini ein góðan javnleik við svarta fólkinum móti kappingarvinnaranum GM Miezis.
Málið er 2400
Sjálvur sigur Flóvin, at alt gekk honum til vildars í kappingini. Rætt hevur Flóvin, at hann júst tað sama kundi havt tapt í fyrsta umfari (mótstøðumaðurin tapti uppá tíð í betri støðu), men annars telvaði Flóvin rættiliga væl og orkufrekt.
Eftir kappingina hevur Flóvin umleið 2340 í altjóða rating. Tískil manglar uml. 60 ratingstig innan hann í talvhøpi kann kallast IM Flóvin Tór Næs. Komandi IM´arin heldur, at telving hansara enn er nakað óstøðug til tess, at hann innan stutta tíð kann náa 2400-markinum. Livst so spyrst.
Greitt er tó, at Flóvin hevur yvirtikið fyrsta plássið frá John Arna á føroyska ratinglistanum. Eitt pláss sum John Arni annars hevur sitið á í nærum fimm ár.
Endaliga støðan í Dionulund
1GM Miezis (2541)7,0/9
2GM Rausis (2500)6,5
3Flóvin Tór Næs (2302)6,0
4Thorbjørn Bromann (2370)5,0
5Heini Olsen(2345)4,5
6Esben Lund(2292)4,5
7Kristian Hovmøller(2287)4,5
8Max Nielsen(2270)3,5
9Preben Dalberg(2219)3,0
10Svend Christensen(2193)0,5
NM í Oslo
Tíggju ungir føroyskir telvarar hava júst luttikið í Norðurlandameistaraskapinum fyri unglingar. Býtt varð upp í fimm aldursbólkar.
Í elsta bólkinum (føddir 1985-87) gekk tað framúr væl hjá Sjúrður Thorsteinsson, sum var lægst styrkismettur. Sjúrður fekk 2,5 stig av seks møguligum og var eitt skiftið heilt frammi í oddinum, men endaði loksins á einum 7. plássi. Tíverri hevði Olaf Berg í sama bólki helst sína ringastu kapping nakrantíð. Olaf var ein av favorittunum, men fekk einans 2,5 stig, harav eitt stig var fyri eitt fríumfar. Toppskorarin frá heimligu liðkappingini missur útvið 50 ratingstig. Íslendingurin DagurArngrimson (2304) vann bólkin við 5,5 stigum.
Í bólki B (1988-89) fekk Jón Gregersen somuleiðis 2,5 stig og eitt níggjunda pláss. Eitt flott og heiðurligt úrslit hjá unga sandavágsmanninum. Henry Berg fekk einki stig á hesum sinni.
Helgi D. Ziska er neyvan nøgdur við síni trý stig og 7. pláss í bólki C (1990-91). Helgi var høgt styrkismettur, men kom ongantíð veruliga í gongd. Relativt væl betur gekk tað hjá Rógva Dragaberg, sum fekk 2,5 stig.
Í næstyngsta bólkinum (1992-93) fingu Rógvi E. Nielsen og Hjalti Toftum Jógvanson ávíkavist 2 og 1,5 stig, sum er á gongdari leið. Í yngsta bólkinumfekk Høgni E. Nielsen eitt gott úrslit við sínum 2,5 stigum. Jóhann Vørmadal fekk eitt stig.
Samanumtikið varð úrslitið í NM 2005 eingin succes sæð við føroyskum eygum. Tó vórðu nakrir glottar, eitt nú góðu avrikini hjá Sjúrði, Rógva og Jón.