Flóttaskip holvdist

Tvey handilsskip hava bjargað 123 flóttafólkum, sum vóru umborð á einum skipi, sum holvdist góðar 100 fjórðingar norðan fyri Jólaoynna. Avstralsku myndugleikarnir halda, at millum 123 og 133 fólk vóru við skipinum, tá tað holvdist.

Hetta er onnur vanlukkan av hesum slagnum ta seinastu vikuna. Í síðstu viku sakk eitt skip við umleið 200 flóttafólkum í Indiska Havinum á veg til Avstralia. 110 fólk vórðu bjargað á lívi.

Tað eru serliga flóttafólk úr Indonesia og Sri Lanka, sum royna at sleppa til Avstralia. Júst spurningurin um innflytarar er eitt eymt mál í avstralskum politikki og var eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum fyri tveimum árum síðani.