Flóttafólkini eru enn í Grikkalandi og Italia

ES hevði gjørt eina avtalu við Grikkaland og Italia, um eina fordeiling av teimum 160.000 flóttafólkum, ið eru annahvørt í Grikkalandi og Italia. Londini hava ikki umstøður til at hýsa øllum og taka enn dagliga ímóti fleiri flóttum, ið koma úr Norðurafrika.

 

Higartil eru eini trý prosent flutt aðrastaðni, men tað er ikki nær við tað, ið var ætlanin.

 

Ein partur av trupulleikan er, at nógv lond í ES eru ímóti avtaluni og vilja ikki taka ímóti flóttafólkum.

 

Millum annað skal Ungarn hava eina fólkaatkvøðu 2. oktober, har ungarar sleppa at velja hvørt tey vilja góðtaka ES avtaluna um flóttafólk. Viktor Orban, forsætismálaráðharri, hevur mælt fólki til at vraka uppskotið frá ES og noktað at taka ímóti flóttafólki.

 

Serliga Grikkaland før illa hagreitt síni flóttafólk. Tey bera eisini ótta fyri, at Týskland vil senda flóttafólk aftur til Grikkalands, nakað, sum teir hava hótt við at gera. Serliga síðan AfD byrjaði at fáa viðgongd, er tónin úr Týsklandi skerpaður.