Eitt skip við umleið 200 flóttafólkum umborð holvdist í ódnarveðri nærhendis italsku miðjarðarhavsoynni Lampedusa. Italska sjóverjan sigur, at hon hevur bjargað 48 fólkum, men at nógvur vindur og ringur sjógvur gera bjargingararbeiðið sera torført.
Tað er ikki greitt, hvørjum landi flóttafólkini eru úr, men í seinastuni eru fleiri fólk úr teimum norðurafrikonsku londunum og serliga Tunesia komin um Miðjarðarhavið til Lampedusa.