Flóttafólk streyma til Evropa

Talið á flóttafólki, sum komu ólógliga til Evropa níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, var munandi størri enn í somu mánaðum í fjør. Stovnurin Forex, sum hevur eftirlit við landamarkinum hjá ES, sigur, at frá januar til september í ár vórðu 112.000 ólóglig flóttafólk steðgað við markið. Somu mánaðir í fjør var talið 77.000.

Forex sigur, at nógv fólk flýddu undan uppreistrinum í Tunesia og borgarakrígnum í Libya, og at tey flestu komu við skipi til Italia ella Malta. Harafturat royndu nógv fólk at sleppa inn í ES um markið millum Turkaland og Grikkaland.

Sambært Forex sleppa umleið 300 ólógligir innflytarar til ES um dagin. Stovnurin sigur, at tað er neyðugt at styrkja vaktarhaldið á markinum millum Grikkaland og Turkaland munandi.