Tey komu við Norrønu í morgun og nú eru tey send niðan í Mjørkadal.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey ikki eru úr Sýria, sum annars upprunaliga hildið.
Tey fýra flóttafólkini, sum komu við Norrønu í morgun, hava verið til avhoyringar á løgreglustøðini.
Løgreglufólk fóru eftir teimum í morgun, tá ið boðini um flóttafólkini frættist, og síðani hava tey verið avhoyrd. Tað nýggjasta er, at tey eru send niðan í Mjørkadal, har tey skulu bíða eftir, at Norrøna kemur aftur á Havnina hósdagin.
Tá skulu flóttafólkini sendast aftur til Danmarkar og so tekur danska løgreglan yvir.