Flóttafólk í rættinum

Myndugleikarnir í Kuba hava stevnt sjey kvinnum, sum royndu at flýggja av landinum.
Kvinnurnar høvdu fleiri børn við sær, tá tær royndu at flýggja, og mynd­ug­leikarnir hava nú ákært tær fyri at hava sett lívið hjá børnunum í vanda, tá tær fóru ígjøgnum eitt mýrulendi út til strondina. Nakrir mannasmuglarar hjálptu kvinnunum og børn­unum, men tann 5. apríl vórðu tey avdúkað og tikin í Pinar del Rio har vesturi í landinum, skrivar AP. Eitt fólk doyði, og tvey vórðu særd, tá tey royndu at seta seg upp ímóti mynd­ugleikunum.
Kubanska blaðið Gamma skrivaði í gjár, at kvinn­urnar høvdu sjey børn við sær, og at tað yngsta var bara ársgamalt. Sambært blaðnum fingu børnini hvørki vátt ella turt í fleiri dagar, tá kvinnurnar royndu at flýggja við teimum.