Flótidokkin í Hirtshals koppaði

Norska reiðaríið Hardhaus eigur skipið, sum stendur inni í dokkini, og stutt eftir tilburðin, stúrdi felagið fyri avleiðingunum av hendingini í Hirtshals.

Ein 82 metrar long flótidokk hjá Hirtshals Yard í Hirtshals tók í morgun vatn inn og legði seg á aðra liðina. Inni í flótidokkini lá eitt skip, sum var til umvælingar í dokkini, men har var einki fólk til arbeiðis.

 

Stjórin í Hirtshals Yard, Rasmus Brohus, segði fyrr í dag, at teir vóru í holt við at finna út av, hvør støðan er, og eisini skuldu teir á ein ella annan hátt royna at fáa skipið, sum stendur í dokkini, út.

 

Tá stjórin úttalaði seg fyrr í dag, visti hann ikki, hví flótidokkin var farin at leka. Men, sambært donskum miðlum í dag, er hetta ikki fyrstu ferð, at sonevndi Norðsjóvarkatedralurin er koppaður.

 

Tað er norska reiðaríið Hardhaus, ið eigur skipið, sum stendur inni í dokkini, og stutt eftir tilburðin, stúrdi felagið fyri avleiðingunum av hendingini í Hirtshals.