Í morgun kom Queen Victoria á Havnina eftir at hava ligið á Klaksvík í nátt.
Skipari er sum kunnugt Inger Klein Thorhauge úr Vestmanna, og hon hevði bjóða familju og kenningum umborð í Klaksvík í gjárkvøldið, eins og umboð fyri kommunu og ferðavinnu.
Í morgun hevði Inger so bjóða løgmanni og borgarstjóra saman við umboði fyri Tórshavnar havn og ferðavinnuni, saman við fjølmiðlum umborð á stóra luksusskipið.
Sigast má, at skipið er sera flott, og onkur hevði lisið seg fram til, at tað kostaði 270 milliónir pund í 2008, tá tað var bygt. Tað svaraði tá til umleið 2,7 milliardir krónur.
Sigldar verða sonevndar heimscruise'ir, har fólk kunnu keypa seg upp á partar av cruise'inum. Keyptar verða sonevndir all-inclusive ferðaseðlar og tað merkir, at ferðafólkini í prinsippinum hava goldið fyri alt, tey nýta umborð.
Heilt so er tað tó ikki, tí tað tey drekka í barrunum, ella negla- og andlitsviðgerðir og líknandi er ikki íroknað prísin.
Hinvegin er ókeypis at njóta teir góðu filmarnar í 850 setra stóra filmssalinum, ella lána eina bók í heimsins næststørsta flótandi bókasavni. Ella tú kanst dansa í heimsins næststørsta flótandi ballroom. Tey størstu finnast sjálvandi umborð á Queen Mary II, ið er flaggskipið hjá Cunard reiðarínum.
Her ber til at síggja nakrarav myndunum, myndamaðurin tók umborð á Queen Victoria í dag.