Fløskurnar í bás á ólavsøku

Á ólavsøku kemur Tórshavnar kommuna at hava ein fløskubás í miðbýnum í Havn fyri at umgangast tey nógvu fløskubrotini. Yvirskotið av fløskuinnsavningini fer til vælgerandi endamál

Undir slagorðinum "Fløskur í kassan og pengar í lumman" var tíðindafundur í Høll E hjá Balslev í Hoyvík, har nýggi fløskubásurin hjá Tórshavnar kommunu varð sýndur fram. Básurin kemur annars at standa í Steinatúni, oman á kioskini.

Tórshavnar kommuna eigur básin, sum verður karmur um fløskumóttøku á ólavsøku. Básurin er sera snøggur og væl úr hondum greiddur.

Umboðini fyri býráðið, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini, greiddu frá um nýggja tiltakið hjá kommuni, ið serliga verður gjørt fyri at umgangast tey nógvu fløskubrotini á ólavsøku, sum eru sera vandamikil. Fløskuinnsavningin verður eisini gjørd fyri at kunna um høgu raðfestingina av umhvørvismálum í kommununi.

Hetta er so avgjørt ein fyrimunur hjá teimum, sum savna fløskur á ólavsøku, tí nú kunnu tey sleppa av við fløskurnar í miðbýnum ístaðin fyri at skula bera tær heim í beriposum og síðan selja tær. Eisini fáa tey pengarnar beinanvegin.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt avtalu við Kiwanis felagsskapin Rósuna um at reka básin á Ólavsøku. Yvirskotið av fløskuinnsavningini fer til vælgerandi endamál at hjálpa børnum í nærumhvørvinum, sigur Karin Jacobsen frá Rósuni.

Byrjað verður mikudagin 27. juli, tá ólavsøkukonsertin verður, og síðan báðar ólavsøkudagarnar.

Opið verður soleiðis: Mikudagin 27. juli frá kl. 20.00 04.00, og ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá kl. 14.00 04.00 ella so leingi fólk koma við fløskum.