Tað mundu vera nógv, sum vóru samd í, at dómaraavrikið í Gundadali ikki var nóg gott. Men samstundis stóð eisini púrasta greitt, at atburðurin hjá pørtum av áskoðarafjøldini eisini var langt undir tí, sum kann roknast sum bara toluliga góður fólkasiður.
Eftir reyða kortið til Santos hjá B36, var tað eina løtu beinleiðis hættisligt at vera á vøllinum, tá bæði tómar - og ein einstøk full sodavatnsfløska! - varð tveitt langa leið av B36-tribununi og inn á vøllin, og serliga í hesum seinasta førinum var tað bara hepni, sum bar við sær, at eingin á vøllinum varð raktur.
Hendingar av slíkum slag eiga sjálvandi ikki at finna stað yvirhøvur, men í verandi støðu er tó ivasamt, um hetta fær nakrar fylgjur.
Av FSF-skrivstovuni verður sagt, at tey í eina tíð hava arbeitt við at fáa FSF-umboð til allar dystir, soleiðis at slík viðurskifti eisini kunnu rapporterast av øðrum enn dómara og eyðleiðara. Og sum so er eisini heimild at revsa feløg, um skil ikki verður hildið á áskoðarunum.
Á komandi eykaaðalfundi, sum verður 6. mai, verða ætlandi eisini nýggjar disciplinærreglur samtyktar, og ein partur av hesum eru eisini greiðar ásetingar fyri, hvussu farast skal fram í slíkum førum.
Eftir dystin var blóðið framvegis heitt hjá fleiri pørtum. B36-venjarin var alt annað enn blíður um dømingina, og tá dómarin ikki fírdi fyr at svara aftur við somu kaliber, kom av álvara dramatikkur í. Og riðilin av áskoðarm, sum vildu hava orð á dómaran, var eisini somikið stórur, at hesin mátti hava eksortu út av vøllinum.
-mørk