Stutt eftir klokkan 13 í gjár, tá evstamark er farið, mesta rokið hæsað av, dagsins Sosialur sendur til prentingar og starvsfólkini í Miðlahúsinum so smátt eru byrjaði at fáa sær ein bita, koma brádliga seks glað og sera spent børn á gátt.
Tey eru ikki heilt ørindaleys nú tey í rokaklæðum, húgvum og bjargingarvestum, berandi alskyns lutir úr fjøruni koma stunandi inn. Ein av hesum lutum er tó serliga áhugaverdur, og áðrenn eg havi fingið orðið upp at spyrja, hvør hevur funnið hvat, hevur eitt av børnunum longu svarað, at tað er Egil, sum hevur funnið ein fløskupost.
Við børnunum eru Birna Mikkelsen og Asta Thomsen, og tær greiða mær frá, at tey hava verið í fjøruni og leitað eftir ymsum tilfari, ið tey skulu nýta til at gera páskaprýði við, tá Egil Horn fann henda fløskupostin.
Vit seta okkum niður við borðið, og skulu til at granska henda forvitnisliga post nærri, og tá fái eg at vita, at posturin ikki er fingin úr fløskuni enn. So er bara at gera skjótt av, og eftir góða hjálp frá fimum og smølum barnafingrunum, hava vit eftir nakrar fáar minuttir fingið brævið úr fløskuni.
Til tann, ið tað viðkemur...
Við stórum spenningi hyggja hesi fittu børnini at, meðan eg varisliga rulli pappírið úr fløskuni út, og byrji at granska tað. Eg verði noyddur at taka til mín kunnleika í enskum, tá eg skal greiða teimum frá, hvat í brævinum stendur. Har stendur soleiðs skrivað, eins á øllum lepunum, ið vóru kastaðir út henda dagin.
»Hetta er eitt bræv úr Klaksvík, Føroyar. Føroya Sjómannadagur 17. August 2008. 62° 14,8′N og 6°38,5′V«
So stendur víðari: »Mítt navn er Elma. Eg eri 6 ára gomul.«
Avsendari av hesum góða fløskuposti vísir seg at vera seks ára gamla Elma Hansen úr Klaksvík. Móttakarin er nú funnin, og tað gjørdist Egil Horn úr Havn, sum sjálvur júst er fyltur sjey.
Tá eg havi greitt teimum frá tí, ið brævinum stendur, er mesti spenningurin í hesum lítla gerandisævintýri av, og eftir at vit hava avmynda okkara fittu, smáu gestir, siga tey pent og blítt farvæl, og fara so spakuliga sjaggandi niðan eftir Tórsgøtu aftur, øll berandi onkran lut, ið tey hava funnið í fjøruni henda góðveðursdagin.