At senda fløskupost er eitt gamalt fyribrigdi, og nógvir fløskupostar hava ferðast longri enn hesin sum er komin frá Gjógv til Leirvíkar. Men tað er altíð stuttligt at finna ein slíkan fløskupost við eini heilsan í. Her eru tað Aron, Lovisa og Poula, sum búgva í Havn, ið hava sent eina heilsan í fløskupostinum. Kanska tey fáa ella hava fingið vitjan úr Leirvík.