Flísar av Argjaboða

LÝSINGARTILFAR




Elsti flísahandilin í Føroyum hevur í 16 ár húsast á Argjaboða, og líka frá byrjan hevur høvuðsdentur verið lagdur á góða og skjóta avgreiðslu og tænastu


Flísan er elsti flísahandil í Føroyum, og í 16 ár hevur handilin ligið á Argaboða, men í næstum fer hann at flyta í nýggj og størri hølir uppi á Líðarsvegi í Hoyvík.

Í fjør keypti Jónsvein Mortensen handilin frá Annu á Argjaboða, ið hevði rikið handilin frá fyrsta degi. Nýggi eigarin hevur, eins og Anna, í huganum, at halda áfram við at leggja høvuðsdentin á, at veita góða og skjóta avgreiðslu til kundarnar, so kundin fær eitt fullfíggjaða tænastu.


Bert tað besta

Flísan hevur framúr gott samstarv við leverandørar sínar, og meginparturin av flísunum koma úr Italia, ið er landið ið framum øll onnur leverar tað besta av tí besta. So róligt kann sigast at keypir ein flísar frá Flísan, fær man bert tað besta.

Av flísasløgum, ið Flísan hevur til keyps, kunnu nevnast millum annað; Imola, NovaBell, Serenissima, Pavigres, Imoker, Cerim og Grespor, fyri bert at nevna nøkur. Gott samstarv er sum sagt við ymsar leverandørar, so væl ber til at finna fram til júst kundans ynski.


Av Argjum eftir 16 ár

Avgerðin at flyta handilin av Argjaboða og niðan til Hoyvíkar, var ikki nøkur løtt avgerð sigur Jónsvein Mortensen, men hóast avgerðin ikki var løtt, heldur hann flytingina vera neyðuga.

– Handilin liggur kanska ov avsíðis, og plásstrot er, skulu tankar okkara um mennan av fyritøkuni førast út í verki, sigur Jónsvein.

-Vit ætla okkum at flyta inn í nýggju og rúmligari hølini uppi í Hoyvík fyrst í juni mánaði, og tað fer at hava við sær, at vit fáa pláss fyri at byggja sokallaði »scenariur«, so at kundin fær ein forsmakk uppá liðugvøruna, og sleppur at síggja, hvat passar best saman og so framvegis. Hetta fer at menna fyritøkuna og geva okkum møguleika til í enn størri mun at veita tað avgjørt bestu avgreiðsluna fyri hvønn einstakan kunda.


Fyritøkan hevur umframt góðu avgreiðsluna í Havn eisini samstarv við gott fólk, ið leggja flísarnar á fyri fólk, skuldi tørvur verið á tí.


Niels Petersen

niels@sosialurin.fo